ABC - fyri sálarliga heilsu

Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av jaligum sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin.

Soleiðis lýsir Fólkaheilsuráðið sálarliga heilsu. 

Sunda kommuna er partur av eini verkætlan til tess at betra um sálarligu heilsuna, verkætlanin eitur: ABC-fyri sálarliga heilsu.

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, sum hevur sín uppruna í Avstralia. Ætlanin er sett í verk bæði í Avstralia og Danmark. Fólkaheilsuráðið hevur avgjørt, at vit eisini skulu arbeiða eftir hesi ætlan í Føroyum, fyri at skapa betur karmar fyri, at vit í Føroyum kunnu fremja okkara sálarligu heilsu.   

Faldari kann lesast her.

í 2019 skipaði kommunan saman við Fólkaheilsuráðnum fyri Rørslufagnaði við Margáir. 

Fólk møttust til eina undirhaldandi upphiting við Bárði Persson og trimum frískligum dansarum í ABC litum, og Heðin Zachariasen borgarstjóri helt talu. Síðani taldi øll fjøldin saman upp í tíggju til Heðin Zachariasen klipti bandið og fagnaðargongan kundi byrja.

Sólin kagaði fram og lagið var gott á luttakarunum, tá gongan fór gjøgnum Streymnes og Hvalvík við borgarstjóranum við hátalara á rygginum, sum spældi frískan og góðan dansitónleik. Gongan endaði aftur við Margáir, har fólk savnaðust og kundu njóta frukt, kaffi og te til nøkur góð løg við Signar í Homrum.

Á ítróttarøkinum royndu luttakarar judo, sansibana, fótbólt, togtogan, frídans við ABC dansarum og spældu við ABC krabbagággur og skrivaðu ABC ynski, um okkurt gott ein vildi gera fyri seg ella onnur. Hóast veðrið tá bjóðaði bæði kavaæl og sól, vóru luttakararnir sera virknir í øllum, sum fór fram.

Nøkur børn vórðu spurd, hvat tey hildu um Rørslufagnaðin: “Mega gott tiltak. Nógv stuttlig spøl og mega kul gonga. Hetta skal vera skjótt aftur! Tað skal vera aftur 100 túsund prosent!

Rørslufagnaðurin er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá føroyingum, við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og luttaka í virksemi, sum gevur meining fyri ein. Sigast kann, at boðskapurin var í hásæti til tiltakið í dag. Endamálið við Rørslufagnaðinum er eisini at savna ymisk ættarlið og geva øllum møguleika at luttaka í tann mun ein er førur fyri í hesum tiltakið.

Filmsbrot sæst her: