Bygging sum ikki krevur loyvi

Bygging sum ikki krevur byggiloyvi


Tann 1. januar 2017 kom Føroyska bygningskunngerðin í gildi (BK17).

Í BK17 kap. 1.3 er ásett, at bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum, eisini er ásett:

  • at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri
    byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, verður bygt
    eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir,
    sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.
  • at kommunali byggimyndugleikin ger reglur fyri, nær umbygging,
    afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Sunda kommuna hevur avgjørt á býráðsfundi 25. mai 2020, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:

  • at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar
  • at bygt verður minst 15 m. Frá miðlinju av Landsvegi

Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.

 

Smáir bygningar upp til 10 fermetrar sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:

  • at eigarin sjálvur býr á matrikklinum
  • at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum
  • at frástøðan til aðrar bygningar skal í minsta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
  • at frástøðan til mark er minst 1 m
  • at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í mesta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
  • at veggirnir eru úr timbur ella plátum (lættir veggir)
  • at møgulig elinnlegging verður gjørd av góðkendum Elinnleggjari.

Broyting av innrætting í sethúsum,tvíhúsum og líknandi, treytað av:

  • at talan er um smærri tillagingar.
  • at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini
  • at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
  • at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK17 kap.)
  • at broyting av elinnlegging verður gjørd av góðkendum Elinnleggjara

 

Svalar upp til 5 fermetra vídd, treytað av:

  • at svalin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.)
     


Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
  • sí eisini møguleika fyri undantøk til eldri bygningar uttan dampsperru (BK17 kap. 7.4.1 stk 2)
     

 
Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
  • at kravið um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
     


Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur.

 

Garðar og girðingar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m.

 

Vindfang, Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi.

 

Brenniovnar, treytað av:

  • at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin áðrenn hann verður tikin í brúk.

 

Niðurtøka av bygningi minni enn 50 fermetrum, treytað av:

  • at vegleiðingin um niðurtøku av bygningi á heimasíðuni hjá kommununi
    verður yvirhildin.

 

Vegleiðing sum pdf kann takast niður her.