Gigni - heilsufrøði fyri børn og ung

Allir heilsufrøðingar í Føroyum eru skipaðir undir stovninum: Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung – ið er eitt tilboð til allar barnafamiljur.

Gigni virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár. Eisini verður dentur lagdur á at styrkja og menna foreldraleiklutin og økja tilvitanina hjá familjum. Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til smábarnafamiljur eins og til skúlabørn.

Við barnsburð ella ættleiðing verða boð send til heilsufrøðingin. So skjótt sum til ber eftir heimkomu, setir heilsufrøðingurin seg í samband við heimið og avtalar eina heimavitjan. Familjur, ið flyta til landið í styttri ella longri tíðarskeið, eru eisini fevndar av skipanini og eru vælkomnar at seta seg í samband við Gigni.

Gigni veitir skúlunum heilsufrøðiliga tænastu. Heilsufrøðingurin ger funktiónskanningar og hevur persónligar samrøður, bólkasamrøður, floksundirvísing og foreldraviðtalur.

Í økinum starvast tveir heilsufrøðingar. Sólrun Foldbo (tlf. 562394, t-postur: solrunf@gigni.fo) er sett á smábarnaøkinum, og Klara í Túni Jacobsen (tlf. 562378, t-postur : klarat@gigni.fo) sett við skúlarnar. Gigini heldur til á Hornavegi 19 á Oyri.

Heilsufrøðingurin eru at hitta eftir avtalu, men annars eru fólk altíð vælkomin at spyrja seg fyri, um tey eru í iva um eitthvørt viðvíkjandi trivnaði og menning hjá teirra børnum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00