Økispsykiatri

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða í økispsykiatriini fyri Norðstreym, og bygdirnar Oyri, Oyrarbakka, Norðskála, Eiði og Funning Eysturoyarmegin. Økið fevnir sostatt eisini um Sunda Kommunu. Skrivstovan er á Hornavegi 19, Oyri.

Økispsykiatriin er ein partur av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hevur til endamáls at styrkja og stuðla menniskju við sálarligari órógv. Harafturat verður arbeitt við at geva stuðul og innlit í egna støðu, stuðul til at skipa dagin, samstarva við avvarðandi og onnur viðkomandi, eins og við samrøðum og við undirvísing.

Fólk við sálarligari órógv ella avvarðandi teirra kunnu venda sær til økispsykiatriina. Eisini kann læknin ringja, antin á tlf. 234670 (Dorthea Ellingsgaard) ella tlf. 234578 (Morid Johannesen).

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00