Saksun

Í Saksun finna vit eina gamla bóndabygd við stórum markatali - 29 merkur - til tey 4 festini Svartá Fyri Niðan, Svartá Fyri Uttan, Á Kvíggjarhamri og Dúvugarðar. Harafturat er ein hálvmørk av ognarjørð. Hetta gevur grundarlag fyri munardyggum jarðarbrúki í lítlu bygdini, afturat øðrum arbeiði, sum er nærhendis.

Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarður, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1940, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði í gamla bóndasamfelagnum.

Kirkja var í Saksun longu í miðøld, men hon var tikin niður samstundis sum trúbótin var í 16. øld. Hetta merkti, at bygdarfólkið í øldir gekk langa vegin til Tjørnuvíkar, tá tey fóru í kirkju. Í 1858 var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og í ein ávísan mun endurnýtt í Saksun, tó ikki rættiliga í sama líki. Eitt nú eru veggirnir úr gróti, og ikki av viði, sum upprunaliga kirkjan hevði. Tí er tað mest innandura, at leivdirnar av gomlu kirkjuna eru at finna aftur. Í Tjørnuvík varð kirkja ikki bygd aftur fyrr enn í 1937.

ÁbyrgdarpersónurJógvan red

Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Saksun er Jógvan Magnusson. Jógvan er føddur í 1957 og hevur búð í Saksun alt sítt lív. Jógvan er fyrrverandi bóndi á Dúvugørðum. Áhugin fyri staðarnøvnum kemst av at hann alt sítt lív hevur gingið á fjalli í øllum í Saksun. Og her sæð týdningin og virðið í at kenna staðarnøvnini. Jógvan byrjaði at skráseta nøvn í 2015.
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hevur Jógvan m.a. tosað við Magnus Joensen, Páll Svartá, Magnus Paula Dahl-Olsen, Gunnfríð Dahl-Olsen og Jákup Hansen. Eisini hevur listin hjá Christian Matras verið hentur.

Síðan við staðanøvnum eitur sunda.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00