Skúlabarnakoyring og bussleið í Sunda kommunu.

Sunda kommuna samtykti í mai at bjóða skúlabarnakoyringina og eina bussleið alment út. Nú tilboðini eru komin, eru tey viðgjørd á býráðsfundi mánakvøldið 27.06.2016. Býráðið samtykti einmælt at taka av lægsta tilboðnum fyri alla skúlabarnakoyringina samlað. Inn komu trý tilboð fyri samlaðu skúlabarnakoyringina : 

 

    HZ bussar                               998.875,- fyri skúlaárið
    SP/F Mouritsen                  1.775.000,- fyri skúlaárið
    Strandfaraskip Landsins    2.542.733,- fyri skúlaárið


Somuleiðis samtykti býráðið einmælt, at skipa eina bussleið í Sunda kommunu á leiðini millum Tjørnuvík og Hósvík við tilkalli til Saksunar og Gjáar. Bussleiðin er ein royndarskipan fyri 2017. Ætlanin er, at bussleiðin er ókeypis og koyrir í tíðarskeiðnum frá umleið 15:00 til 21:00 allar gerandisdagar í árinum. Inn komu 4 tilboð upp á bussleið:


    HZ Bussar                               498 kr/t ella 747.000,- um árið. 
    Sp/f 18.12.1994                    546 kr/t ella 819.000.- um árið.
    SP/F Mouritsen                  687 kr/t ella 1.030.500,- um árið.
    Strandfaraskip Landsins    950 kr/t ella 1.425.000,- um árið.


Allir prísir eru við mvg.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00