Blákollan 10 ár

Hósdagin varð skipað fyri hugnaløtu í dagtilhaldinum Blákolluni á Oyri, í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani dagtilhaldið lat upp.

 

Nógv fólk høvdu leitað sær út á Hornaveg til hugnaligt prát og at lurta eftir frásøgum um hvussu arbeiðið byrjaði. Vøkur kaka varð keypt til dagin og eisini vóru sangir sungnir.

Dagtilhaldið Blákollan heldur til á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14.00 og 18.00. Blákollan er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku. Leiðari fyri Blákolluni er Winnie Hansen.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.

Myndir frá hátíðarhaldinum síggjast her:

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00