kunnandi fundur um enám

Vit í Skúlanum við Streymin, Fuglafjarðar skúla og Stranda skúla, vilja bjóða tykkum foreldrum og næmingum til ein felags kunningarfund um 10. flokk komandi skúlaár, í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 22.02.17 kl.19.00.

Vit koma at leggja fram okkara ætlanir um 10. flokk og, hvussu vit skipa okkara samstarv.

Eisini koma vit at avdúka valbreytirnar, sum næmingarnir fáa høvi til at velja, har lærarnir í breytunum koma, at greiða frá innihaldinum.

Vit eru sera spent uppá, at halda fram við tí samstarvi, sum vit byrjaðu við skúlaárið 2016/17 og eru vit ikki í iva um, at hetta er bæði mennandi og gagnligt fyri skúlarnar og næmingin.

Við vón um góða uppmøting.

Vinarliga

Hans Petur Jacobsen
Skúlastjóri í Stranda skúla
Tlfnr. 232745

Sonni Djurhuus
Skúlastjóri í Skúlanum við Streymin
Tlfnr. 212084

Ólavur Thomsen
Skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla
Tlfnr. 743082

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00