Listafólk geva aftur til bygdina

Forkunnug framsýning var í Tjørnuvík herfyri. Tað vóru hollendsku listafólkini Floortje Zonneveldt, Eva Bullens og Martijn Bastiaans sum bjóðaðu inn í skúlan í Tjørnuvík, sum nú er listafólkabústaður. 

 

Tey trý listafólkini hava búð í Listafólkabústaðnum í nakrar vikur. Damurnar hava gjøgnum Listaleypin arbeitt við, at undirvísa børnum í at gera ljósinstallatiónir. Martijn hevur tikið upp stuttan film fyri Sunda kommunu, sum kemur út í næstum.

Hetta eina kvøldið fingu allir tjørnuvíkingar innbjóðing til hugnaligt kvøld, har hollendsku listafólkini vístu fram ein listprýddan skúla bæði innan og uttan. 

Hollendsku listafólkini dáma so væl at koma til Føroyar at arbeiða, at tey hava valt at koma aftur komandi ár. 

Tað var í 2013, at býráðið samtykti at bjóða Listafólkasambandi Føroya skúlan í Tjørnuvík til listafólkabústað. Samstarvið hevur hilnast sera væl og er skúlin leigaður út til listafólk úr øllum heiminum stórt sæð alt árið.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00