Rock konsert á Oyri fríggjakvøldið

Fríggjadagin 3. mars kl. 19.30 bjóðar Garnhúsið á Oyri til ókeypis rock konsert. Tað er nýggi rock bólkurin Vincent úr Klaksvík sum framførir egið tilfar.

Vincent er ein nýggjur bólkur mannaður av fimm ungum monnum úr Klaksvík og Eysturoy. Teir byrjaðu fyri nøkrum fáðum mánaðum síðani, og hava longu spælt spælt fleiri konsertir.

Gamla Garnhúsið á Oyri er tilhaldsstað hjá ungdóminum í kommununi. Tey ungu hava sjálvi gjørt ein part av arbeiðinum at laga húsið til nýggja virksemið hjá Garnhúsinum, og hava harvið sett sín dám á teirra ungdómshús.

Leiðari í ungdómshúsinum er Katrina Nattestad.

Vanliga er opið mikukvøld frá 18.00-22.00 og fríggjakvøld frá 19.00-24.00. 

Facebooksíða hjá Ungdómshúsinum er: facebook.com/garnhusid

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00