Leiðari settur til dagstovnin við Kráir

Á býráðsfundi 27. februar 2017 samtykti býráðið einmælt, at seta Unn Eldevig Petersen í starv sum leiðara á dagstovninum við Kráir í Hvalvík.

Unn hevur seinastu nógvu árini arbeitt innan dagstovna økið og seinastu sjey árini sum dagstovnaleiðari í barnagarðinum Korndalsgarði á Eiði.

Unn tekur við starvinum 1. mai og kemur saman við starvsfólki, børnunum og kommununi at menna og mynda dagstovnin við Kráir í Hvalvík.
Vit ynskja Unn hjartaliga til lukku við starvinum og vælkomnari í Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00