Kvinnukvøld verður 12.mars

Aldur er bert eitt tal, men hvussu skapa kvinnur meining við tað at gerast eldri í dag. Og hvussu er tað at vaksa upp í Senegal, flyta til Føroyar og gerast ein partur av tí føroyska samfelagnum. M.a. hesi evnir eru á skránni á Kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka sunnudagin 12 mars.

Eins og undanfarin ár skipar Sunda Róðrarfelag fyri vælumtókta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka. Fyrilestrar, mótasýning, tónleika og sjónleikaframførslur, umframt okkurt gott til góman verður á skránni.
“Vit hava lagt okkum eftir at gera eina fjølbroytta skrá, sum er viðkomandi fyri ein breiðan málbólk av kvinnum í Føroyum, sigur Birna Larsen, sum er ein av fyriskiparunum. “Vit hava valt at hava tiltakið sunnudagin 12. mars, heldur enn 8. mars, fyri at gera tað lættari hjá kvinnum runt um í Føroyum at luttaka.”

Tveir fyrilestrar verða á skránni. Ása Róin adjunktur í sjúkrarøktafrøði, Ph.d. kemur at greiða frá hvussu kvinnur skapa meining við at gerast eldri í dag og hvussu hetta er tengt at sosialum, mentunarligum og søguligum viðurskiftum. - Seinni fyrilesturin nemur m.a. við integratión. – Rose Sarr Haltalin, sum flutti til Føroyar í 2008, kemur at greiða frá hvussu tað er at vaksa upp í Senegal, hvussu tað var at flyta til Føroyar og hvørjar avbjóðingar hon hevur møtt í tilgongdini at gerast partur av tí føroyska samfelagnum.
Blómuhandilin Orkis kemur at sýna fram og umframt evnini, sum verða umrødd í fyrilestrunum, so verður mótaframsýning, har klæðir frá klædnasniðgevanum elsabech og klædnahandlinum Brá verða sýnd fram. - elsabech fer at hava sølubás har høvi verður at síggja hennara nýggju kollektión. Aftaná tiltakið hevur Brá opið.

Sjónleikarnir Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen koma at framføra og unga songkvinnan Silja Johannesen fer at syngja.
“Vit ynskja at skapa eitt gevandi og hugnaligt kvøld, har tað er eitt sindur til allar sansirnar, sigur Birna Larsen.”
Okkurt gott verður til góman og møguleiki verður at smakka forkunnugu Múla Skinkuna og okkurt drekkandi frá Okkara.
Tiltakið er samstundis eitt stuðulstiltak fyri Sunda Róðrarfelag. Lutaseðlar við góðum vinningum verða seldir.

-------

Ynskja tit at vita meira um tiltakið ber til at seta seg í samband við Birnu Larsen á tlf. 29 51 98

Leinkja til tiltakið á facebook er her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00