Grannakaffi leygardagin 11.mars

Leygardagin verður høvið aftur at fara til Grannakaffi. í Sunda kommunu verður skipað fyri Grannakaffi í trimum støðum 11.mars:

Í Dagtilhaldinum Blákollan á Hornavegi á Oyri frá kl.11.00 til 14.00

Í Hoygarðinum við Gjógv frá kl.11.00 til 17.00

Í Avhaldshúsinum í Haldórsvík frá kl. 15.00 til 18.00

Til Grannakaffi í Blákolluni kemur Heidi Hvidbro at greiða frá hvussu tað var fyri hana og familjuna, tá hon fekk staðfest krabbamein fyri 19 árum síðani. Hennara framløga byrjar kl.11.00.

Tað er krabbameinsfelagið sum skipar fyri Grannakaffi og allur peningurin, sum kemur inn fer óskerdur til krabbameinsfelagið.

Endamálið við Grannakaffi er at vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekka munn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið so leingi tað ikki stríður móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.

Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at uppvarta við. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00