Íblástur til dreymaheimið - Temakvøld um nýbygging og umbygging

Annaðhvørt tú skalt byggja hús ella hevur ætlanir um at umvæla bústaðin, so er nógv at taka støðu til. Hvat skalt tú hugsa um, tá tú teknar títt dreymaheim, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á bústaðartiltakinum, har tú fært bæði kunning og íblástur.

Kom og hoyr arkitektin greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert í gongd við at byggja ella umbyggja. Fá meira at vita um orkuskipanir til bústaðin frá einum veitara, sum fer at vísa á ymiskar loysnir og greiða frá, hvørji atlit skulu takast, áðrenn tú velur røttu orkuskipanina til tín bústað.

Harumframt fært tú kunning um fígging í sambandi við nýbygging og umvæling, og um hvussu tú tryggjar bústaðin best - bæði meðan bygt verður og aftaná.

Hóskvøldið 16. mars kl 19.00 verður bústaðartiltak í Eydnuni á Oyrarbakka

Á skránni:
Umboð fyri Teknisku deild í Sunda kommunu greiðir frá um bústaðarmøguleikar í kommununi.
Poul Arni Jacobsen og Jóhan Petur á Stongum frá Westtech Arkitektum tosa um, hvat tú skalt hugsa um, tá tú skalt byggja ella umvæla bústaðin.
Høgni Nielsen frá Svend Krosstein tosar um orkuloysnir til bústaðin.
BankNordik og Trygd greiða frá møguleikum fyri fígging og trygging í sambandi við bygging og umbygging.

Norðsetur luttekur við bási, og høvi verður eisini at fáa eitt prát við aðrar veitarar. Vit bjóða kaffi/te og brellbitar frá MATsmiðjuni hjá Ruben.

Tekna teg til tiltakið her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00