Kampingøkið Flatnagarður nýggja heimasíðu

Sunda kommuna hevur eitt hitt vakrasta kampingøkið í landinum. Talan er nevniliga um kampingøkið Flatnagarður við Gjógv, sum nú eisini hevur nú fingið egna heimasíðu.

 

Endamálið við heimasíðuni er, at gera tað lættari hjá kamparum og tjaldarum at kunna seg um umstøðurnar og at bíleggja sær pláss. Heimasíðan sæst her: www.campingbygjogv.com.

Kampingøkið varð bygt í 2014 og í 2016 varð tað víðka til eisini at hava tjaldingarpláss. Umstøðurnar eru av teimum bestu í landinum og Gjáar bygd er klár at taka ímóti vitjandi.  

Kampingøkið Flatnagarður letur upp 1. mai 2017 og er opið til 1. september 2017.

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00