Sambinding - væleydnað

Eini 20 fólk høvdu leitað sær til Oyrarbakka í gjárkvøldið til fyrsta sambinding tiltak í økinum. Tað eru bókasøvnini, sum í samstarv við Reyða kross og Sunda kommunu skipa fyri tiltakinum.

Sambinding er eitt tiltak har tilflytarar og føroyingar hugna sær saman - koma at kennast og læra av hvørjum øðrum. Ein drekkamunnur er eisini at fáa. Til tiltakið, sum var á Sunda bókasavni, fortaldi Vibeka Ingvarsson frá hvussu tað var, tá hon kom til Føroyar og valdi at búseta seg við Norðskála.

Næsta sambinding tiltak verður á Hvalvíkar bókasavni 3. mai kl. 19.00 til 21.00.

Myndir síggjast her:

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00