Páskatombola í Streymnesi

Sunnudagin 2. apríl kl. 14.00 skipar Hvalvík Streymnesar Róðrarfelag fyri páskatombola. Hetta er eitt afturvendandi tiltak í róðrarneystinum í Streymnesi, sum plagar at vera stak hugaligt.

Felagið brynjar seg út til komandi kappingarár. Higartil hevur felagið tvær manningar. Hvessingur er mannaður við monnum og Báran er mannað við gentum.

Felagið hevði fegið viljað fingið eina barnamanning, men tað er avbjóðandi at finna rógvarar. Til bátin krevst manning, gentur ella dreingir, sum hava hug at rógva og fylla 12, 13 ella 14 ár í 2017. Tilmelding fer fram við at ringja til telefon 283013.

nevndin í Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00