Nýskapan hjá GreenIQ í Hvalvík

Hósdagin var borgarstjórin á virkisvitjan hjá GreenIQ í Hvalvík í sambandi við, at teir fyri fyrstu ferð royndu nýggjastu uppfinning teirra GreenArc 3K Mobil.


Green Arc 3K Mobil er eitt oljureinsianlegg, sum er í einum viðfestisvogni. Hetta ger anleggið sera lætt at flyta. Ímeðan stormarnir hava leikað í í vetur, hava teir hjá GreenIQ arbeitt inni í gomlu smiðjuni hjá Jóhannes í Hvalvík og ment skipanina til oljudálking.


Green Arc 3K Mobil er eitt anlegg, sum kann taka olju upp í bátahyljum og kann reinsa áleið 2800 litrar um tíman. Skipanin er í einum vogni við skimmara, pumpu, el-agrigat, separatortanga, og 1000 litur tanga til olju. Tað, sum er sermerkt við hesi skipan er, at man tekur oljuna burturúr og koyrir vatnið aftur á sjógv. Skipanin er mobil og kann gerast klár á staðnum uppá 10 minuttir. Ein persónur klárar einsamallur at fáa skipanina í gongd og soleiðis fyribyrgja eini oljudálking.


Skipanin kann brúkast har olja er fanga innanfyri eina oljusperru ella eitt í einum havnalag. Umframt hetta kann skipanin eisini reinsa brunnar og annað.


Hava fólk áhugað í at síggja hvussu hon virkar ber til at ringja til Árna Svartafoss, søluleiðara, á telefon 663400 ella vitja heimasíðuna www.greeniq.eu.

Filmur frá tá skipanin var roynd fyrstu ferð sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00