Næmingakonsert fríggjadagin 5. mai

Várkonsert við Eiðis ljómfelag og skúlaorkestrinum Norðljómi, verður fríggjakvøldið 5. mai kl. 18.00 í mentanarhøllini á Eiði. 

Norðljómur er mannað av næmingum úr Sunda og Eiðis - kommunum. Næmingarnir koma millum annað at spæla løg hjá Elvis Presley, Steintór Rasmussen og Poul Anka.

Eiðis Ljómfelag hevur fyri stuttum verið á venjingarlegu á Giljanesi, og fríggjakvøldið verða løg, sum Ljómfelagið hevur vant í vetur og í vár, at hoyra. Ljómfelagið hevur í seinastuni lagt dent á at venja til Musikkstevnuna 2017, sum í ár verður í Sørvági. Onkur av teimum løgunum verða møguliga eisini at hoyra, so skráin fyri konsertina fríggjakvøldið er spennandi. M.a. er Anja Abrahamsen solistur á síni alt-saxofon, tá orkestrið spælir kenda lagið Tango. Eisini spælir Ljómfelagið eitt lag úr kenda verkinum hjá Jean Sibelius – Finlandia – “Be still my soul”.

Í steðginum verður møguleiki at keypa sær ein te- ella kaffimunn afturvið einum køkubita.

Orkesturleiðarin, Oddur Hentze, letur heilsa og sigur, at miðjað verður ímóti, at konsertirnar eru liðnar í so góðari tíð, at fólk náa heim aftur at spæla Gekk – verið vælkomin í mentanarhøllina á Eiði fríggjakvøldið 5.mai kl 18.00.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00