Bussleiðin nógv brúkt

Síðani ársskiftið hevur kommunal bussleið koyrt millum bygdirnar í Sunda kommunu. Nú kunnu vit staðfesta, at hon er komin væl við hjá fleiri.

 

Nú vit eru komin inn í fimta mánaða kann kommunan staðfesta, at bussurin hevur verið nógv brúktur. Yvirlitið hjá kommununi vísir at higartil hava 1956 brúkarar nýtt bussleiðina. Hetta svarar til at á leið 480 brúkarar um mánaðan.

Bussleiðin, sum er borgarartænasta til tey sum búgva í kommununi, koyrir allar gerandisdagar frá kl.15.45 til 22.05. Umframt hetta er eisini til kalling fyri borgarar við Gjógv og í Saksun.

Tað var í 2016 at byráðið samtykti, at seta á stovn ókeypis bussleið millum bygdirnar. 2017 er royndarár og til viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2018 skal nýggja býráðið taka støðu til, um vilji er til, at halda fram við at bjóða ókeypis bussleið. 

Ferðaætlanin sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00