Bátahugni verður í Hvalvík 27. mai

Vælumtókti bátahugnin í Hvalvík verður leygardagin 27. mai 2017. 

Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar har Sundalags bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin. Tilmelding av bátum og kampingvognum kann gerast við at ringja til telefon nummar 77 25 40. Eins og seinasta ár verða bátarnir lagdir í nummarrøð og kann tað tí verða ein fyrimunur, at melda bátin til í góðari tíð.

Kostnaður fyri at melda til er 200 kr. fyri hvønn bát. Íroknað gjaldið er máltíð tá komið verður í land.

Skráin sæst her.

Sundalags bátafelag

Finn bátafelagið á facebook: Sundalags Bátafelag

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00