Ruddingardagur - 13. mai

Kommunan vil fegin ganga á odda, tá tað ræður um at verja umhvørvið og styrkja hugburðin hjá hvørjum borgara at gera sítt til, at her skal vera reint og ruddiligt.



Ruddingardagurin í ár verður leygardagin 13. mai. Byrjað verður við morgunmati kl. 9.30 og síðani verður ruddað til kl. 13.00 tá kommunan bjóðar øllum til smyrjibreyð.

Endamálið við ruddingardegum er, at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvi hjá fólki at tøma kjallarar o.a. 

Kommuna bjóðar plantugávu til øll húski, sum rudda.

Faldarin um ruddingardagin, sum er borin í hvørt hús í kommununi, sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00