Tveir nýggir kommunulæknar settir í starv

Heilsutrygd hevur sett Signhild Petersen og Ásu Jaspursdóttir Jacobsen í starv sum kommunulæknar í Eiðis læknadømi.

Tær byrja í størvunum 1. september 2017.

Signhild Petersen varð liðug útbúgvin sum serlækni í almenn medisin 1. mars í ár. Síðan hon var liðug, hevur hon røkt eitt avloysarastarv í Suðurstreymoyar læknadømi.

Ása Jaspursdóttir Jacobsen verður væntandi liðug við sína serlæknaútbúgving í almenn medisin 31. august í ár. 

Báðar fingu embætisprógv innan læknafrøði í 2008, og hava tær eisini báðar nomið sær serlæknaútbúgving í Føroyum.

Við hesum fáa borgarar í Sunda Kommunu og Eiðis Kommunu tveir nýggjar kommunulæknar.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00