Skeltið sett upp til skúlabyggingina

Hósdagin varð stórt skeltið sett upp frammanfyri byggiøkið til nýggja Skúlan við Streymin og ítróttarhøllina.

Á skeltinum sæst skitsa av hvussu skúlin og høllin koma at síggja út, umframt at yvirlit er yvir arbeiðstakarar. Tað eru Brim arkitektar sum hava projekterað skúlan og høllina.

Byggingin er mett til at taka umleið tvey og eitt hálvt ár, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.

Á myndini sæst byggileiðarin, Jóhan Syderbø og Tonny Kruse frá Brim arkitektum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00