Kortlegging við dronum

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Í sunda kommunu verður flogið tíðarskeiðnum 3. juli til 14.juli. Í hesum tíðarskeiðið verða myndir tiknar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og í Saksun.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar umleið 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar o.a. Til ber at síggja myndakort frá dronum á www.kortal.fo. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur uml. 45 min. at flúgva 1 km2.

Flogið verður við loyvi frá Trafikstyrelsen. Løgreglan er kunnað um flúgvingina. Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.

Eru spurningar til dronuflúgving, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna á tlf. 342400 ella teldupost us@us.fo.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00