Námsfrøðingar til dagstovnin við Kráir

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 7. august 2017. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
• at virða tað einstaka barnið.
• at ferðast nógv í náttúruni.
• ein stovn sum leitar sær íblástur frá Sporpedagogikki.

Vit ynskja at tú:
• ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
• undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Kráir
Hvalvíksvegur 74
430 Hvalvík

ella
krair@sunda.fo


Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14. juli 2017.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í staðin í tíðaravmarkað starv.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00