Kom og heilsa uppá Rynkeby súkklararnar!

Fráferðin hjá ársins súkklarum hjá Team Rynkeby Føroyar til Paris byrjar hósdagin. Um kvøldið verður lagt frá landi við Norrønu til Danmarkar, haðani súkklast skal allan vegin til Paris, alt til frama fyri krabbameinstakt børn.

Undan fráferðini gera súkklararnir ein túr hósdagin, har steðgað verður á ymsum støðum á leiðini úr Klaksvík til Havnar.

Parisferðin byrjar sostatt í Klaksvík, har Klaksvíkar Kommuna og Krabbameinsfelagið í lítlari almennari samkomu á Helnabrekku heilsa uppá súkklararnar og senda teir avstað. Súkklað verður framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og síðan heldur leiðin suðuryvir.

Farið verður úr Klaksvík kl. 11.45, og hálvan tíma seinni verður støðgað við Bátasavnið í Leirvík, har Eysturkommuna tekur ímóti. Kl. 14.00 verður móttøka á havnarlagnum á Toftum har Nes kommuna tekur ímóti. Kl. 16.00 tekur Sunda kommuna ímóti við Margáir í Streymnesi og kl. 18.00 tekur Tórshavnar kommuna ímóti við Reinsaríið í Havn.

Á ferðini úr Klaksvík til Paris eru 44 súkklarar og 11 hjálparfólk.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Margáir hósdagin 6. juli kl.16.00 at heilsa uppá súkklararnar áðrenn tey fara avstað.

 

G.G. Grein frá portalinum.

Myndin er frá tiltakinum í 2016.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00