Sundabúffar við Brúnna

Nú er niðurteljingin byrjað til við brúnna, sum verður leygardagin 8. juli 2017.

Nógv ymiskt verður at hoyra og síggja og byrjað verður at bjóða vælkomin í spæliland kl. 18.00. Í ár verður við brúnna í økinum við Eydnuna, har nógv gott verður til matna eisini. Sum dømi kunnu vit nevna tann vælumtókta Sundabúffin. Eisini verða vaflur, kaffi, the og ymiskt annað til keyps.

Sum nakað nýtt kunnu fólk keypa okkurt smáting, sum kann grillast á báløkinum í skúlanum.
Nógvir tónleikarar og tónleikabólkar koma at framføra til við brúnna, sum t.d. Beinir, Týr, Kim og nógv onnur. Vitja okkum á Facebook og síggj skránna.

Sølan við dyrnar kostar kr. 395,00 fyri vaksin og 100 fyri børn (6-13 ár). Atgongumerkjasølan verður í brandstøðini á Oyrarbakka og bilar kunnu parkera framvið vegnum frá Eydnuni út á Oyrar og á parkeringsøkinum við skúlan og barnagarðin.

Vit síggjast við brúnna leygardagin.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00