Rynkeby súkklarar við Margáir

6. juli byrjar Team Rynkeby Føroyar sína ferð til París. Ferðin byrjar í Klaksvík kl. 11.00 og á túrinum steðga tey á ymsastaðni og eisini í Streymnesi kl.16.00.

Teir 45 Rynkeby súkklararnir steðga eina løtu við ítróttarhúsi við Margáir. Sunda kommuna er vertur og bjóðar øllum at koma at heilsa uppá súkklararnar og ynskja teimum góðan túr. Varaborgarstjórin sigur nøkur orð og fer at handa Team Rynkeby Føroyar eina stuðulsgávu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00