Ítróttarfeløgini borðreiða til við Brúnna

Aftur í ár eru ítróttarfeløgini í Sundalagnum ein partur av tiltakinum við Brúnna. Feløgini skipa í felag fyri m.a. matsøluni á økinum.

Høvið verður at keypa smyrjibreyð, nýgjørdar vaflur við tilhoyri, pylsur og ymiskar drekkivørur. Og sjálvandi verður aftur møguleiki at keypa sær ein góðan sundabúff.

Sum nakað nýtt verður í ár høvið hjá børnunum at keypa ymiskt, ið tey sjálvi sleppa at grilla á bálinum uppi við skúlaøkið, aftaná barnatiltakið kl. 18.00.

Eisini skipa feløgini fyri ymsum kappingum á økinum, har børn og vaksin kunnu royna eydnuna.

Feløgini, sum eru við í ár eru ítróttarfeløgini KÍF, EB/Streymur, Talvfelagið Rókur, Sunda Judofelag, Sunda Róðrarfelag umframt Eiðis Ljómfelag.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00