Ynsktu Team Rynkeby Føroyar góða ferð

Ítóttarhúsið við Margáir í Streymnesi var fult hósdagin, tá Team Rynkeby Føroyar steðgaði á har á leiðini til Havnar.

Ferðin hjá súkklarunum byrjaði fyrr um morgunin í Klaksvík fóru tey síðani við Norrønu í gjár. Tey skulu síðani súkkla allan vegin til París. Endamálið við ferðini er at varpa ljós á børn við álvarsligum sjúkum og at savna pening inn til at lætta um hjá hesum børnum og teirra avvarandi.

Heili 46 súkklarar eru við í fylginum á ár. Á móttøkuni við Margáir segði Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri nøkur orð og handaði súkklarunum eina gávu frá Sunda kommunu. 

Myndir frá móttøkuni við Margáir síggjast her:

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00