Nógv børn á legu

Hetta er tíðin har barnalegur eru í leguhúsinum í Nesvík. Í ár eru legurnar sera væl vitjaðar.

Til Simba leguna fyri 3.- og 4. flokk varð gjørdur flottur filmur.  Á hesi legu vóru 130 børn umframt leiðarar og starvsfólk. 

Filmurin sæst her.

leguhúsið útbyggingÚtbygging

Í 23 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk. Leguhúsið verður nýtt alt árið, fyrst og fremst til kristiligar legur fyri børn, ung og vaksin. Harumframt verður bygningurin leigaður út til seturskúlar, fyritøkur, venjingarlegur, fundir og annað. Samanlagt eru áleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár.

Verandi hús hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og matsalurin hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum. Ætlaða útbyggingin fevnir um 12 hjúna/familjukømur, ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni suður móti brúnni, umframt eina kombihøll á góðar 450 fermetrar. Høllin skal partvís nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, har 500 sitipláss vera. Harumframt skal hon nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.

Ætlaða útbyggingin er í trimum byggistigum.

byggistig 1 fevnir um eina kombihøll á góðar 450 fermetrar.
byggistig 2 fevnir um ljóst og opið felagsøki, har niðara hæddini hýsir skiftirúm við brúsum og goymslu. Eisini verður ein kamarslon innilokað og partvís innrættað við 12 hjúna/familjukømrum.
byggistig 3 er, at sjálvboðin gera tað síðsta av innrættingararbeiðnum í kømrunum liðugt.
Tørvurin at byggja út er stórur. Serliga er tørvur á høllini, tí sum er má matsalurin umskipast í sambandi við alt annað virksemi.

Les meira um virksemi og hvussu tú kanst stuðla her: www.mission.fo

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00