Summartónar við Gjógv í summar

Summartónar skipar fyri fleiri konsertum við Gjógv í summar. Konsertirnar eru í samstarvi við Gjáargarð, sum stílar fyri mentanarkvøldum mikukvøld, har tónleikurin er partur av kvøldinum.

19. juli er altjóða konsertdagur við Gjógv við trimum konsertum. Ein á Gjáargarði, ein í Gjónni og ein í kirkjuni. Konsertirnar eru ókeypis.

Skrá fyri konsertir við Gjógv restina av summarinum:

12 JULI Norðan: Angelika Nielsen (violin), Thomas Loefke (harp)
19 JULI - Í GJÓNNI 4 p.m. Hernan Lugano (keyboard), Francisco del Pino (guitar)
19 JULI - Í KIRKJUNI 5.30 p.m. Nordic Guitar Duo: Alvi Joensen (guitar), Max Näpel (guitar)
19 JULI – GJÁARGARÐUR 7 p.m. Kvonn: A. Nielsen (vl), S. Weiss (rec), Í. Bærentsen (mandol), K. Blak (p), M. Blak (b)
26 JULI Ingibjørg Hansen (soprano), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor), Ólavur Jakobsen (guitar)
2 AUGUST Ernst Sondum Dalsgarð (tenor), Søren Johannsen (piano)
9 AUGUST Kvonn: Angelika Nielsen (vl), Sharon Weiss (rec), Ívar Bærentsen (mandol), Kristian Blak (p), Mikael Blak (b)
16 AUGUST Svabonio: Daniel Rye (clarinet), Fiona Parker (horn), Angelika Nielsen (violin), Ólavur Jakobsen (guitar)
23 AUGUST Kvonn: Angelika Nielsen (vl), Sharon Weiss

Felagið Føroysk Tónaskøld (www.composers.fo) hevur staðið fyri Summartónum á hvørjum ári síðani 1992. Í 2017 er
sostatt 25 ár síðani Felagið Føroysk Tónaskøld tóku stig til festivalin.
Føroyski tónleikur hevur ment seg nógv øll hesu 25 árini, og er eisini meginparturin av innihaldinum á konsertunum skrivaður
av føroyskum tónaskøldum og sangskrivarum. Vit leggja, sum altíð, dent á at fáa unga ættarliðið við í skránna og síggja
hetta sum ein part av tilgongdini at skapa eitt varandi tónleikaumhvørvið.
Summartónar fevna innihaldsliga breitt yvir partiturtónleikur, jazztónleik, fólkatónleik og crossover- formar og eru
Summartónar høvuðspallurin fyri tann nýskrivaða tónleikin í Føroyum.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00