Sáttmáli um nýggja bryggju í Haldórsvík undirskrivaður

Mikudagin 12. juli 2017 varð sáttmáli undirskrivaður við sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistara, um ger av nýggjari betong og timburbryggju í Haldórsvík.

Verandi bryggja er gomul og illa slitin og hóskar ikki til tað virksemið, sum er á økinum í dag. Arbeiðið at burturbeina ta gomlu bryggjuna og gera nýggja bryggju kostar 2 milliónir.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin og verður liðugt 1. november 2017. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00