Konsert í Saksun

Týsdagin 15. august frá klokkan 18.00 framføra og spæla Trygvi & Bartal í Dúvugørðum í Saksun.

Trygvi Danielsen hevur áður útgivið stuttsøgu og yrkingasavn og er í løtuni best kendur sum Silvurdrongur. Trygvi byrjar kvøldið við sínum spontana lyndi og framførir tað, ið passar best til løtuna. Kanska fellur onkur rytma eisini.

Bartal, best kendur sum limur í bólkinum Guðrun & Bartal, framførir hetta kvøldið einsamallur við egnum løgum. Stílurin er ofta lýstur at vera gandakendur og melankolskur.

Framførðslurnar fara fram í gomlu hølunum í Dúvugørðum, sum vanliga virka sum savn.

Savnið liggur sera vakurt í stórslignum landslagi. Gomlu sethúsini og úthúsini eru um 200 ár og yngri. Innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820.

Kaffistovan í Dúvugørðum stendur fyri tiltakinum og hevur sjálvsagt opið til høvið. Her fast smyrjibreyð, ein køld frá Føroya Bjór, køka, kaffi, nýbakaðar vaflur o.a. Matur og drekka er ikki loyvt á savninum, men kann njótast áðrenn, aftaná ella ímillum framførðslurnar.

Les meira um tiltakið her.

Tiltakið er ókeypis.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00