Uppskot til ársins mentanaravrik

Sunda kommuna hevur nú í nøkur ár givið eina gávu til persón ella felag fyri serlig mentanaravrik.

Hetta verður eisini gjørt í ár, og ætlanin er at handa heiðurin á setanarkvøldinum av mentanardøgunum 14. september kl.19.00.

Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt, at velja ímillum, ynskir nevndin at heita á borgarar um at senda inn uppskot til hvør skal fáa heiðurin í ár.

Uppskotini skulu sendast inn til sunda@sunda.fo saman við eini grundgeving. Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Nevndin tilskilar sær rætt til at velja í millum innkomnu uppskotini ella ikki at velja nakað av hesum.

Freistin fyri at senda inn uppskot er mánadagin 28. august kl.12.00.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik eru:

2011 Esmar Dahl

2012 Asfinn Sigvardsen

2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík

2014 Johannes Johannesen

2015 Nicolina av Kamarinum

2016 Hósvíkar róðrarfelag (mynd)

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00