Ungdómshúsið letur uppaftur fríggjadagin

Ungdómshúsið á Oyri letur upp aftur fríggjakvøldið 18. aug. kl. 19.00. Tey ið byrja í 8. flokki eru øll hjartaliga vælkomin, og sjálvandi eru øll hini vælkomin.

Gamla Garnhúsið á Oyri er tilhaldsstað hjá ungdóminum í kommununi. Tey ungu hava sjálvi gjørt ein part av arbeiðinum at laga húsið til nýggja virksemið hjá Garnhúsinum, og hava harvið sett sín dám á teirra ungdómshús.

Leiðari í ungdómshúsinum er Katrina Nattestad.

Vanliga er opið mikukvøld frá 18.00-22.00 og fríggjakvøld frá 19.00-24.00. Ungdómshúsið er fyri ung, sum eru byrjaði í framhaldsdeildini og upp til 18 ára aldur.

Facebooksíða hjá Ungdómshúsinum er her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00