Almenn svimjing verður aftur mánadagin

Almenna svimjingin í svimjihylinum á Oyrarbakka byrjar aftur mánakvøldið 21. august kl.17.30-19.30. Tað er ókeypis at svimja. Svimjihylurin í Skúlanum við Streymin er í góðum standi. Umklæðingarrúmini eru nýligani umvæld og útfrá brúsurúminum er sauna.

Upplatingartíðir:
Mán 17.30-19.30 vaksin (sauna opið)
Mik 16.30-19.30 skúlabørn.*
Frí 17.30-19.30 almenn svimjing * (heitur hylur og sauna opið)
Leyg 08.00-13.00 barnafamiljur (heitur hylur)

Svimjihylurin kann leigast fyri 300 kr. um tíman. Ynskir tú at leiga hylin set teg í samband við skúlavørin á tlf: 280078.

*Børn undir skúlaaldur eru vælkomin saman við einum vaksnum.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00