NORTHERN ASSEMBLY koma til Føroyar at spæla konsert

Bólkurin Northern Assembly kemur til Føroya í komandi viku at spæla inn eitt videolag. Í hesum sambandi spælir bólkurin eina hugvekjandi konsert í kirkjuni í Saksun leygarkvøldið 9. September kl.20.00.

Við fangandi søgum um rótloysi og við dragandi, lívsjáttandi tónum, sum best kann lýsast sum “rootless folk” (rótleyst fólk), roynir fólkakvartettin Northern Assembly at svara, hvat tað er, sum best lýsir okkum norðurlendingar.

Northern Assembly er ikki grundað á ávísa tónleikatraditión, men er heldur talan um ein longsul eftir at finna eitt stað, ið kann kallast heim. Hóast heimstaðurin í løtuni er Danmark, hava báðir sangararnir og søgusigararnir í Northern Assembly, Dina Dánjalsdóttir og Andreas Bevan, ferðast víða og givið av teirra týdningarmiklastu ungdómsárum í støðum sum Afrika, Onglandi, Noregi og Føroyum. Hetta hevur ta ávirkan, at tey bæði altíð hava havt kensluna ikki at hoyra heima. Hetta er teirra sannroynd, og kann hon bert linnast gjøgnum tónleikin.

Saman við trummusláaranum Jens Hedegaard og kontrabassistinum Jesper Smalbro, sum hava teirra røtur væl plantaðar í jútskari jørð, funnu tey saman gjøgnum Northern Assembly ein hátt at úttrykkja teirra kenslur.

Og so líðandi er ymiskt spennandi hent fyri bólkin. T.d. útseldar konsertir og festivalluttøkur. Sannførandi luttøkur á Spot Festivalinum hava elvt til áhuga úti í heimi, og haðani eru boð eftir Northern Assembly. Finna tey nakrantíð heimaftur?

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00