Kom og heilsa uppá nýggju kommunulæknarnar!

Fríggjadagin 8. september frá kl.15.00-17.00 eru øll vælkomin í læknaviðtaluhølið við Norðskála, at heilsa uppá nýggju kommunulæknarnar. Tær bjóða drekkamunn og okkurt verður eisini til børnini.

Borgarar í Eiðis læknadømi eru so mikið hepnir, at hava fingið Signhild Petersen og Ásu J. Jacobsen í fast starv sum kommunulæknar. Umframt læknarnar starvast nú eisini tveir sjúkrarøktarfrøðingar í læknaviðtaluni. Tað eru Lydia V. Jacobsen og Sólvá í Selvindi. 

Læknaviðtalan við Norðskála er annars opin

mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-16.00

Telefonviðtala er frá kl. 8.00-12.00 har til ber at biða um tíð og bíleggja heiluvág. Telefonnummar 423006

Til ber at fáa tíð til at fáa tikið blóðroynd mánadag til hósdag frá kl. 9.00-14.00. Ring á telefonnummar 423006.

Bráfeingis læknahjálp til 16.00 gerandisdagar fæst við at ringja tlf. 219126, fax 423534

Kl. 16.00-08.00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið, ber til at ringja til Læknavaktina.

Læknavaktin er til fyri at hjálpa tær við sjúku, sum ikki kann bíða, til tín egni lækni er aftur at hitta. Tlf. 1870

Bráðfeingis læknahjálp fæst við at ringja á 112.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00