broyttar upplatingartíðir í svimjihylinum

Upplatingartíðirnar í svimjihylinum eru nú broyttar. Mikudag verður nú opið frá kl.17.00 til 20.00.

Í skúlanum við Streymin er snotuligur svimjihylur og sauna.

Opið er soleiðis:
Mán 17.30-19.30 almenn svimjing * (sauna opið)
Mik 17.00-20.00 skúlabørn *
Frí 17.30-19.30 almenn svimjing *
(heitur hylur og sauna opið)
Leyg 08.00-13.00 barnafamiljur (heitur hylur)

Tað er ókeypis at svimja í hylinum í Skúlanum við Streymin.

Svimjihylurin er stongdur í skúlaferium.

Leiga hylin
Svimjihylurin kann leigast fyri 300 kr. um tíman. Ynskir tú at leiga hylin set teg í samband við skúlavørin á tlf: 280078.

*Børn undir skúlaaldur eru vælkomin saman við einum vaksnum.

Svimjihylurin í Skúlanum við Streymin er í góðum standi. Umklæðingarrúmini eru nýligani umvæld og útfrá brúsurúminum er sauna.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00