Skemtilig setanarløta

Útvið 200 fólk høvdu leitað sær í Eydnuna á Oyrarbakka hóskvøldið, tá mentanardagarnir vórðu settir. 

Kvøldið byrjaði við at borgarstjórin helt røðu, síðani løgdu næmingar úr 5.flokki í Skúlanum við Streymin fram um eina norðurlendska verkætlan, sum tey hava luttikið í. 

Eftir hetta trinu fýra fínar frúur á pall. Tær eru nýliga stovnaður sjónleikarabólkur. Á sera skemtiligan hátt framførdu tær fleiri styttri leikir, sum allir høvdu tilknýti til fólkið og hendingar í Sundalagnum. Síðani sang Esther Kristiansen nakrar sangir, bæði eldri løg og eisini nøkur nýggj løg sum hon hevur gjørt samanvið Eir í Ólavsstovu. 

At enda kom Øssur Kjølbro á pall og greiddi frá virkseminum og stóru útbyggingini hjá leguhúsinum í Nesvík. Sum eitt yvirraskilsi fekk leguhúsið eisini handað heiðurin ársins mentanaravrik 2017. 

Mentanardagarnir í Sunda kommunu halda áfram alla vikuna inntil 23. september. Les skránna her.

Myndir frá setanini síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00