Leguhúsið í Nesvik ársins mentanaravrik

Á hugnaligari setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Leguhúsið í Nesvík fær heiðurin "ársins mentanaravrik 2017" frá Sunda kommunu.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Leguhúsinum í Nesvík heiðurin ljóðaði soleiðis:

"Síðani 1993 at hava hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum. Leguhúsið er ein varði í kommununi, sum umframt øll tey uppbyggjandi tiltøkini hjá Heimamissiónini hevur verið øllum økinum her at gagni."

Við heiðrinum fylgir ein glasgáva sum myndar ein varða.

Leguhúsið skipar fyri hugnaligum stuðulstiltakið týskvøldið kl.20.00. Les meira um hetta í skránni fyri mentanardagarnar, sum sæst her.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:
2011 Esmar Dahl
2012 Asfinn Sigvardsen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2014 Johannes Johannesen
2015 Nicolina av Kamarinum
2016 Hósvíkar róðrarfelag

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00