Kom til kveikajndi vinnukvøld!

Lagt er upp til eitt fjøllbroytt vinnukvøld 18. september. Í ár fáa vit vitjan av fleiri áhugaverdum gestum, sum umboða ymiskar vinnugreinar.

Fyrsti gesturin er Helgi Olsen, stjóri í byggifyritøkuni Norðsetur í Hvalvík. Helgi kemur at greiða frá virkseminum hjá Norðsetur, hvar alt byrjaði og hvussu virksemið hevur ment seg ígjøgnum árini.

Annar gesturin er handilin Stanley við Norðskála, Jóhanna Dam Dahl, nevndarforkvinna og Maria Højsted Dam, stjóri koma at greiða frá hvussu handilin byrjaði, hvussu tað er at reka handil við Norðskála og hvørjar ætlanir tær hava fyri framtíðina.

Triðji gesturin er Bogi Nón, sølu- og marknaðarleiðari hjá nótavirkinum Vónini. Vónin hevur stóran bygning við Norðskála har teir hava fleiri fólk í starvið. Bogi kemur at greiða frá stóru menningini hjá fyritøkuni seinastu árini og hvørjar ætlanir Vónin hevur fyri økið við Norðskála.

Síðsti gesturin er Vígdis Fjallstein Christiansen. Vígdis er ein songkvinna, bloggari, mótaáhugað og mangt annað. Hon er mest kend fyri bloggin Sukursøtt, har hon skrivar um ymiskt í sínum lívið og eisini ummælir ymiskar vørur.

Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið mánakvøldið 18. september kl.19.00 verður eitt sera spennandi og áhugavert tiltak. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er eisini á facebook - sí her

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00