Fjepparakvøld við Margáir

Í sambandi við, at Mentanardagar eru í Sunda kommunu, fer EB-Streymur at hava eitt fjeppara kvøld hóskvøldið 21. september.

Skráin fyri kvøldið:
18.00: Sunda kommuna kemur at leggja fram framtíðar ætlanirnar við Margáir
18.15: Formaðurin kemur at greiða frá framtíðar ætlanum hjá felagnum og høvið verður at seta spurningar
18.30: Vísa gomul filmsbrot á stórskermi
19.00: Tombola hjá Gentum u17
19.30: Vísa gomul filmsbrot á stórskermi

Kioskin hevur opið alt kvøldið. Eisini koma Effo-leikarar at standa við grillina, har møguleiki verður at keypa sær burgara. Tiltakið sjálvt er ókeypis.

Saman Standa vit Sterk.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00