kom og hoyr um nýggju sjóvarfalsappina

Hóskvøldvið 21. september kl.19.00 verður áhugaverdur fyrilestur í skúlanum við Áir um nýggju sjóvarfalsappina Rák.

Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina app, sum nú er tøk umvegis snildfon, har til ber at fylgja sjóvarfallinum kring oyggjarnar. Rákið verður dagført hvønn 15. minutt.

Við nýggju appini, Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður. Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.

Bogi Magnussen & Knud Simonsen, Fiskaaling, greiða frá um nýggju appina.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00