Torgdagur og konsertir á handilsøkinum

Fríggjadagin 22. september verður alt møguligt spennandi á handilsøkinum við Streymin. Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir.

 

Skráin til tiltakið er henda:

Kl.16.00-20.00

Sjógæti selur fisk og chips o.a. Eisini verður møguleiki at smakka ymiskt annað.

Gómagott og Petur Larsen kaffi eru í teltinum.

Barnabati bjóðar øllum børnum at koma og lita sína egnu ballón í teltinum.

Blómuhúsið bjóðar tær at planta blómuleykir í pottar - so tað er klárt til várið.

Softub verða á økinum við heitum pottum.

MBM bjóðar leskiligar smakkiroyndir í Á handlinum.

Brá og Stanley hava hópin av tilboðum.

Berg motors sýna fram hópin av nýggjum bilum, og til ber at fáa eitt prát við teir.

SK-pizza hevur opið alt kvøldið.

Kl. 20.00 Hallur Joensen spælir konsert á økinum uttan fyri Bónus.

Kl. 20.45 Páll Finnur Páll spæla konsert á økinum uttan fyri Bónus.

Kom og vitjað handilsøkið við Streymin fríggjadagin 22. september 2017!

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00