tilmelding til rythmiskan fimleik

Eftir heystfrítíðina og fram til páskafrítíðina er ætlanin at byrja venjingar fyri gentur í aldrinum 4-6 ár og 1-3.flokk í rythmiskum fimleiki á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla. Venjari er Kára Martinudóttir Steffensen.

Vant verður 1 ferð um vikuna. Gentur 1-3.flokk venja fríggjadag frá kl.17.00-18.00 og gentur 4-6 ár venja mikudag frá kl. 17.00-18.00.

Tilmelding fer fram á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla, mikudagin 4. Oktober kl.17.00. Kostnaður fyri luttøku er 300,- kr. og skal gjaldast við tilmelding.

Hetta er eitt nýtt tiltak í kommununi, sum vit vóna fær góða undirtøku.

Hava tit spurningar ella eitt hvørt tit ynskja at vita meiri um, eru tit vælkomin at ringja til Káru á tlf. 581787.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00