Takk fyri nakrar deiligar dagar

Mentanardagarnir 2017 eydnaðust sera væl. Veðrið var av tí allar fagrasta so at siga allar 10 dagarnar og sera nógv fólk vitjaðu tiltøkini.

Áhugin at skipa fyri tiltøkum var stórur millum feløg og privat persónar.

Vit í kommununi gleðast um, at fólkið tekur væl undir við hesum tiltakið. Vit takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við at fyriskipa tiltøkum. Uttan tykkum vóru eingir mentanardagar. Eisini siga vit takk til øll tykkum sum vitjaðu tiltøkini. Tað fløvar, at so mong valdu at seta tíð av at koma til tiltøkini.

Endamálið við at hava mentanardagar í Sunda kommunu er, at samansjóða fólkið, ið her býr og at fjálga um mentanina her. Vit ynskja at øll tiltøk eru ókeypis, at okkurt er fyri allar aldursbólkar og at vit koma runt til allar bygdir í hvussu so er annað hvørt ár.

Stórt myndasavn frá mentanardøgum 2017 sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00