Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi til eina av okkara vøggustovum og 1 námsfrøðingi til barnagarðsstovu við børnum í aldrinum 3 – 5 ár. 

Bæði størvini eru 30 t.pr. viku og verða sett at byrja 2. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.

Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði, trivna og ymiskleika. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan , har dentur verður lagdur náttúruna, rørslu og mentanina.

Vit ynskja: at tú kanst skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum - at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur - at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk, - ert nýhugsandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Vit kunnu bjóða: eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni sum úti.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv..

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tú verður sett/ur í starv á stovninum, og mást kunna tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2017 og sendast til:

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00